|
Lyrics:
'Hvørt skal tú riða, Ólavur mín
á lofti hongur brynja tín
Tú fer ikki at veiða tað hind
Men tú fer til tína leikalind
Hvit er skjúrtan, væl er hon tvigin
í blóðI verður hon av tær drigin'
ólavur snúðist síni móður frá
'Gud gevi ikki ganga sum mær er spáad'
Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig
ólavur ríður eftir bjørgunum fram
-kol og smiður við
Fann hann upp á eitt álvarann
út kom eitt tað álvafljóð
Flættað hár á herðar dró
'Ver vælkomin Ólavur Riddararós
Tú gakk í dans og kvøð fyri oss'
'Tú tarvt ikki flætta títt hár fyri meg
Eg eri ikki komin at biðja teg
Eg kann ikki meira hjá álvum vera
í morgin lati eg mítt brúdleyp gera'
'Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá
Ella vilt tú í morgin til moldar gá'
Hon skonti honum í drykkjuhorn
Har fór í tað eiturkorn
ólavur studdist við saðilboga
-kol og smiður við
Hann kysti tá moy av lítlum huga
Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
Dansið lystilig
Download Now!!!
Copyright © 2020 Zortam.com. All Rights Reserved.
|